Samebike RS-A01 PRO

Samebike RS-A01 PRO

Brand: Power Pedal
13498.00 DKK In stock Buy at Merchant

SAMEBIKE RS-A01 PRO er ein flott og væl útgjørd el-súkkla við klassiskum designi – perfekt til gerandisdagin, arbeiðsvegin, býarkoyring og longri túrar. Her fært tú góða koyrilongd, komfort og eitt kraftmikið trekk í einari praktiskari 26” el-súkklu. 250W motorur 55+ Nm 36V 15Ah / 540Wh battarí Upp til 110 km við pedalhjálp* 25 km/t 26” x 2.125” dekk Mekaniskar skivubremsur framman og aftan DUPULT DEMPARASKIPAN – dempari í forgaffli + demping í seturstongini LCD-skíggi við neyðugari koyriinfo Ljós framman og aftan Battaríið kann takast úr súkkluni Mest loyvda last: 150 kg GJØRD TIL GERANDISDAGIN RS-A01 PRO er til tín, sum ynskir eina klassiska og komfortabla el-súkklu, heldur enn eina stóra fatbike. Battaríið er flott integrerað í stellið, men kann samstundis takast úr, so tað er lætt at taka við inn og løða. Við 55+ Nm hevur tú gott trekk, tá tað gongur niðaneftir, meðan 250W motorurin gevur tær eina góða og behagiliga hjálp á túrinum. Demping bæði í forgaffli og seturstongini ger ein stóran mun á komfortinum – serliga á longri túrum og tá vegurin er ójavnur. 26” hjólini geva eina natúrliga og stabila súkklukenslu, og slitsterku dekkini eru gjørd til ymisk undirløg. Ein sera góð allround el-súkkla, har tú fært langa koyrilongd, komfort, praktiska útgerð og eitt stilreint design fyri pengarnar. SAMEBIKE RS-A01 PRO *Uppgivin koyrilongd er frá framleiðaranum og er mátað undir optimalum umstøðum. Verulig koyrilongd kann broytast alt eftir m.a. vekt, lendinum, veðri, dekktrýsti og hvussu nógv pedalhjálp verður nýtt.

Specifications
Farve
Sort, White, Blå, Grøn, Gray
Variants (5)
  • Sort — 13498.00 DKK — In stock
  • White — 13498.00 DKK — In stock
  • Blå — 13498.00 DKK — In stock
  • Grøn — 13498.00 DKK — In stock
  • Gray — 13498.00 DKK — In stock

How AI sees this product

The more complete this product's details, the more confidently AI assistants can understand and recommend it.

83%